Innanlands

Koyrdi 127 kilometrar um tíman norðanfyri

Løgreglan gjørdi ferðamátingar beint áðrenn midnátt í gjár

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-09-24 07:38 Author image
Oda Strøm
placeholder

Løgreglan gjørdi í gjárkvøldið ferðamátingar í Norðoyggjum.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at ein bilførari varð tikin fyri at koyra 127 kilometrar um tíman, har loyvt er at koyra 80 kilometrar um tíman.

Í veruleikanum varð bilførarin tikin fyri at koyra 131 kilometrar um tíman, men 3 prosent verða altíð tikin av, soleiðis at løgreglan kann vera vís í, at rætta ferðin er máld, og bilførarin ikki er fyri órøttum.

Bilførarin fekk tí treytaða frádøming av koyrikortinum, sum merkir, at hann verður noyddur at taka koyrikortið av nýggjum innan tríggjar mánaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder