2020-02-02 11:42

Beint áðrenn klokkan 22 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið við Landssjúkrahúsið.
Talan var um ein bil, sum koyrdi á vegnum oman í Sandagerð. Bilurin endaði við at fara útav, og lendi hann á takinum.
Vaktleiðarin á politistøðin upplýsir, at ein persónur var í bilinum, og sum skilst fekk førarin ongan skaða. Tó varð hann koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sum vanligt er í slíkum støðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald