2018-09-16 10:38

Klokkan 5.30 í morgun varð ein bilførari í Havn tikin fyri at koyra við kenning.
Vakthavandi á politistøðini sigur við Portalin, at bilførarin var vorðin svangur og skuldi koyra onkustaðni at keypa sær okkurt til matna. Tó kom hann ikki langt, tí hann rendi á eini hús.
Løgreglan kom á staðið, og bilførarin er nú skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald