Innanlands

Koyrdu ov skjótt á Stangavegnum

Har er einans loyvt at koyra 40 kilometrar um tíman

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2024-07-03 08:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í gjáranáttina vóru tað bilførarar í Klaksvík, sum vóru avdúkaðir fyri at koyra alt ov skjótt á vegateini, har hægst loyvda ferðin er 40 kilometrar um tíman.

Hesaferð vóru ferðkanningar gjørdar á Sangavegnum. Her fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra 59 kilometrar um tíman. Ein bilførari, sum koyrdi 64 kilometrar um tíman fekk koyriforboð orsaka av at viðkomandi nýliga hevur fingið koyrikort.

Tveir bilførarar fingu um somu leið klipp og bót fyri at koyra og tosa í fartelefon.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder