2018-09-23 14:08
Danska stjórnin ætlar nú at talgilda koyrikortið, so ein lætt kann finna tað fram á einari app á fartelefonini, tá ein skal vísa tað fram. Tað skrivar TV2.
Nýggja talgilda koyrikortið fer ikki at koma í staðin fyri tað gamla laksafarvaða kortið, og tað verður ikki krav, at øll skulu fáa sær nýggju appina. Talan er bert um ein nýggjan hentleika, sum kann spara eina rúgvu av tíð, so ein sleppur undan at leita eftir kortinum.
Tað er tó ikki bara koyrikortið, ið skal talgildast. Eisini eru ætlanir um, at sjúkratryggingarkortið skal talgildast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald