Innanlands

Krabbameinsfelagið skipar fyri skeiði í listterapi í heyst

Bólkurin byrjar fyrstu viku í september

(Mynd: Krabbameinsfelagið)

(Mynd: Krabbameinsfelagið)

2018-08-22 17:18 Author image
Oda Strøm
placeholder

Krabbameinsfelagið skipar aftur í heyst fyri skeiði í listterapi fyri tey, ið hava havt ella hava krabbamein. 

Bólkurin byrjar fyrstu viku í september og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna, einar 3 til 4 tímar hvørja ferð. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, sum er life coach og listterapeutur.

- Hevur tú áræði at kasta teg út í nakað nýtt og heldur teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, sum eisini hava ella hava havt krabbamein, kanst tú róliga melda teg til skeiðið í listterapi. Fólk halda seg ofta skula vera "kunstnerisk" fyri at kunna luttaka, men tað kann vera ein fyrimunur IKKI at vera vanur at úttrykkja seg kreativt, sigur Krabbameinsfelagið.

Les meira um skeiðið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder