Innanlands

Krea selur nú intranet í Grønlandi

Avtala er júst gjørd við kt-fyritøkuna Inu:it í Grønlandi

2018-09-21 07:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Krea í Runavík hevur selt tey fyrstu intranetini til Grønlands. Avtala er júst gjørd við kt-fyritøkuna Inu:it í Grønlandi. Teir hava keypt intranet frá Krea, og avtala er gjørd um, at teir fara at selja intranet fyri Krea í Grønlandi.

Inu:it byrjaði í 1996, og teir hava deildir í Nuuk, Qaqortoq, Ilulissat, Sisimiut og í Thisted í Danmark.

Intranetið, sum Krea hevur ment, er umsett til fleiri mál. Tað er á føroyskum, donskum, enskum og nú eisini á grønlendskum. Í Grønlandi eru tey sera spent uppá at fáa eina tílíka skipan á teirra egna máli – nakað sum tey als ikki eru von við. Hetta saman við at intranetið er so einfalt og brúkaravinarligt, ger at Inu:it væntar at nógvar fyritøkur í Grønlandi koma at taka intranetið til sín.

Jaspur Langgaard, stjóri á Krea, er í løtuni á messu í Grønlandi, saman við starvsfólkum frá Teldu Tænastuni. Hann og Klaus Karlshøj Poulsen, stjóri í Inu:it í Grønlandi, hava júst gjørt avtalu um sølu av intranetinum í Grønlandi.  

Í Føroyum hava umleið 60 fyritøkur, stovnar og felagsskapir keypt intranet frá Krea og Teldu Tænastuni. Intranetið er eisini á app, og er tí sera hent og effektivt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder