Uttanlands

Krevja at Stórabretland aftur gerst partur av ES

Í gjár varð skipað fyri kravgongu í bretska høvuðsstaðnum

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2022-10-23 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin varð skipað fyri kravgongu í bretska høvuðsstaðnum London, har túsundatals fólk gingu frá Park Lane til tjóðartingið.

Fólkini kravdu, at Stórabretland skuldi fara uppí aftur ES, hóast bretar fóru úr felagsskapinum í januar 2020. Tað var á fólkaatkvøðu í 2016, at ein meiriluti av bretum atkvøddu fyri at fara úr ES, og ikki fyrr enn hálvtfjórða ár seinni fór Stórabretland úr ES.

Í hesum døgum er kreppa í konservativa stjórnarflokkurin, eftir at Liz Truss herfyri legði frá sær sum forsætisráðharri eftir bert 44 dagar í embætinum. Ein av valevnunum í nýggja formansvalstríðnum er Boris Johnson, sum Liz Truss annars avloysti fyrst í september, eftir at hann varð noyddur at leggja frá sær.

Boris Johnson var eisini ein av størstu forsprákarunum fyri Brexit, og vísa stuðulsfólk hansara nevniliga á, at hann var tann, sum fekk Brexit avgreitt.

Fleiri mótmælisfólk halda, sambært Ritzau, at besti mátin at fáa landið á rætta kós aftur er við at fara uppí aftur ES, og tá ein av røðarunum nevndi møguleikan fyri, at Boris Johnson aftur gerst bretskur stjórnarleiðari, hoyrdist greitt, at mótmælisfólkini hildu lítið um hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder