Eftir drúgvar samráðingar innanhýsis í samgonguni eydnaðist tað seinnapartin í dag at fáa allar samgongutimglimirnar í fíggjarnevndini at seta sína undirskrift undir eitt meirilutaálit um fíggjarlógina.
Sum skilst er tað serliga Kristin Michelsen, sum hevur sett krøv, sum onkur annar í samgonguni ikki vildi líka. Men seinnapartin kundi álitið so leggjast fram eftir at løgtingsformaðurin hevði slitið tingfundin eina løtu meðan bíðað varð eftir undirskriftunum til álitini – eisini úr øðrum nevndum – sum skuldu leggjast fram.
- Eg eri væl nøgdur við semjuna. Eg hevði nøkur fá krøv, sum eg havi fingið ígjøgnum, segði Kristin Michelsen beint áðrenn tingfundurin varð uppafturtikin.
Hann sipaði til, at játtanin til boring av Hvalbiartunnlinum nú verður hækkað úr 30 upp í 49 milliónir krónur.
- So eru vit áleið aftur har, sum vit løgdu upp til í verklagslógini, og tað merkir, at arbeiðið kann halda á alt árið. Tað rætta hevði verið at sett nógv meira pengar av, tí so kundu vit farið í holt við tunlarnar norður um Fjall so skjótt sum Hvalbiartunnilin var komin ígjøgnum. Men eg eri nøgdur við, at tað nú er sett meira av til Hvalbiar, segði Kristin Michelsen.
Og hann nevnir tvær játtanir afturat. Eitt røntgentól til Suðuroyar Sjúkrahús, so at sjúkrahúsið á Tvøroyri verður uppstigað á sama støði sum tað í Klaksvík, og so eina meirijáttan til Strandfaraskip Landsins, sum sambært Kristin Michelsen skal tryggja, at skerjingarnar ikki ganga út yvir siglingina hjá Smyrli.
Meirilutin hevur ein alanga røð av broytingum við í álitinum. Hesi koma til viðgerðar á løgtingi eftir ætlan mánadagin.
Eisini minnilutin í fíggjarnevndini – Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen – hava skrivað sítt álit, har fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum verður kallað fyri Peer Gynt-politikkur. Sipað verður til søguna hjá Ibsen, har lívsleiðin hjá Peer Gynt verður lýst soleiðis:
”Fra håbefuld ung, til selvtilfreds voksen og til sidst som desillusioneret ældre, der sammenligner sig selv med et skrællet løg; lag på lag, uden en kerne”.
Minnilutin leggur ikki fram broytingar til fíggjarlógina, men vísir á skeivleikar og ruðuleikar í uppskotinum hjá samgonguni.
Minnilutin tekur heldur ikki støðu til fíggjarlógina í álitinum. Hon sigur seg vera í so stórum iva um rættleikan í tølunum í fíggjarlógini. Tí verður støða tikin í tinginum.
- Vit hava verið hektaðar av øllum samráðingum, og kunnu tí ikki taka støðu til tey tøl, sum samgongan hevur lagt á borðið, segði Jacob Vestergaard í løgtinginum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald