Innanlands

Krúnprinsahúskið vitjar í Klaksvík og Mikladali

Fríggjadagin 24. august kemur krúnsprinshúskið á almenna vitjan hjá Klaksvíkar kommunu

Myndin er frá 2005, tá krúnprinshjúnini seinast vitjaðu í Klaksvík - Dávur Winther // Klaksvíkar kommuna

Myndin er frá 2005, tá krúnprinshjúnini seinast vitjaðu í Klaksvík - Dávur Winther // Klaksvíkar kommuna

2018-08-21 13:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fríggjadagin 24. august kemur krúnsprinshúskið á almenna vitjan hjá Klaksvíkar kommunu. Skráin fyri dagin fevnir víða, og høvið verður í fleiri umførum hjá almenninginum at síggja og veitra til krúnprinshjúnini og fýra børn teirra, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni

Kongsskipið Dannebrog kemur á Klaksvík kl. 9, og tá eru øll vælkomin á kajina at veitra til Fríðrik, krúnprins, Mary, krúnprinsessu og tey fýra børnini prins Christian, prinsessu Isabellu, prins Vincent og prinsessu Josephine.

Á kajini tekur Jógvan Skorheim, borgarstjóri við frú ímóti og navnkennir Býráðið fyri krúnprinshúskinum.

Av kajini verður koyrt heim í nýggja miðbýin, har rundvísing verður á Biskupstorgi. Borgarstjórin fer her at greiða frá miðbýarætlanini fyri Klaksvík, umframt at Edward Fuglø verður hjástaddur við nøkrum av sínum listaverkum.

Kl. 10 spáka krúnprinsparið og børn teirra av Biskupstorgi yvir í nýggju Ósalundina á ovara Vágsbøi, har børn úr dagstovnunum og skúlanum vera hjástødd við fløggum og sangi. Hetta er eins og á kajini eitt frálíkt høvi hjá almenningininum at síggja og veittra til gestirnar, sum kl. 10.30 fara á vitjan í Norðoya sparikassa í knappan hálvan tíma.

Kl. 11 verða krúnprinshjúnini koyrd aftur til kongsskipið, og løtu seinni fara tey við tyrlu út í Fugloynna, har tey vitja um middagsleitið og tíðliga seinnapartin.

Kl. 15.30 lenda tey í Mikladali, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri aftur tekur ímóti. Í bygdini vitja tey fyrst í Uttarstovu, haðani Kópakonan er, og síðan spáka tey oman til standmyndina av Kópakonuni, har Ingibjørg Hansen fer at framføra.

Eins og í Klaksvík gevur skráin í Mikladali sostatt bygdafólkinum og almenninginum yvirhøvur góðar møguleikar fyri at síggja krúnprinshúskið, áðrenn tey fara við tyrluni aftur til Klaksvíkar kl. 16.30.

Afturkomin til Klaksvíkar fer krúnprinshúskið við bili aftur umborð á Dannebrog, og um kvøldið er borgarstjórin við frú vertur fyri døgurða á gamla spinnarínum, har framførslur eisini verða á skránni.

Dannebrog fer av aftur Klaksvík kl. 22.40 fríggjakvøldið.

Klaksvíkar kommuna fegnast um kongaligu vitjanina, og vónar at síggja nógv fólk úti í samband við vitjanina í býnum og í Mikladali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder