Hósdagin 23. august vitja krúnprinsahjúnini við børnum Føroyar, og á løgmansskrivstovuni upplýsa tey, at skráin er við at vera klár, og at hon allarhelst verður kunngjørd í næstu viku.
Tað er greitt, at Fríðrikur krúnprinsur og familjan skulu vitja Havnina, Norðuroyggjar, Eysturoy, Sundalagið og Vágar, men enn er ongin meira ítøkilig skrá klár. Løgmansskrivstovan boðar frá, at samstarvið ímillum ymisku partarnar hevur gingið heilt væl, og at tað er serligur áhugi fyri ferðini, tí børnini hjá krúnprinsinum verða við, og tí at hjúnini ikki hava vitja síðani 2005.
Greitt er, at kongaskipið Dannebrog verður við á ferðini, tó at parið sjálvt flýgur til Føroyar. Kongaligu gestirnir skulu, eins og vanligt er, gista á skipinum.
Umboð fyri løgmansskrivstovuna greiðir eisini frá, at støðini sum kongaliga familjan skal vitja, eru blivin kannað og góðkend av lívverjunum hjá familjuni. Tey siga, at tað bara er tað síðsta sum manglar, áðrenn ítøkiliga skráin veðrur kunngjørd.
Á løgmansskrivstovuni siga tey eisini, at tað ávirkar ferðina, at børn verða við. Hóast tað fyrst og fremst er krúnprinsaparið, sum vitjar, hava tey roynt at lagt okkurt áhugavert fyri børnini á skránna, samstundis sum hugsað verður um, at børnini skulu hava steðgir í skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald