Fríðrikkur krúnprinsur var í gjárkvøldið undir skurði á Ríkissjúkrahúsinum. Krúnprinsurin hevur trupulleikar við rygginum, og nú var hann so skurðviðgjørdur fyri diskusprolaps. Væntandi verður øll hansara skrá næstu vikurnar avlýst.
- Skurðviðgerðin gekk sum væntað, og Krúnprinsurin eftir tað eftir umstøðunum gott og var útskrivaður í morgun, skrivaði kongshúsið í morgun.
Krúnprinsurin fortaldi longu í vár at hann hevur trupulleikar í rygginum. Hetta fortaldi hann í samband við at hann skuldi renna ymsa staðni í Danmark til Royal Run, sum var hildið í samband við hansara 50 ára føðingardag.
TV2 skrivar, at skurðviðgerðin var gjørd eftir at Fríðrikkur krúnprinsur hevur havt eina sera tætta skrá seinastu vikurnar. Fyrst vitjan í Føroyum við familjuni, og síðani var vitjan í Danmark av franska forsetanum Emmanuel Macron.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald