Í lítla danska býnum Tvis við Holstebro eru tey sera góð við matvøruhandil teirra.
Tí gjørdu fleiri kundar eisini av at hjálpa til, tá skipað varð fyri jólaborðhaldi fyri starvsfólkini leygarkvøldið.
Kundarnir yvirtóku nevniliga alt arbeiðið í handlinum, so starvsfólkini kundu sleppa at hugna sær og sova leingi næsta dagin.
"Tey ungu hava eisini uppiborið eitt jólaborðhald sum øll onnur. Tey hava tó ikki møguleika at steingja handilin, so eg fari fegin fyrr upp fyri at hjálpa, tá talan bert er um ein dag," sigur ein av fyribils krabmafólkunum við TV2.
Kundar vóru blíðir og tóku væl ímóti, tá tey gjørdu onkran feil av og á.
"Tað er ordiliga feitt, at tey lokalu kundu traðka til, so vit kundu fáa møguleikan at skipa fyri jólaborðhaldi. Vónandi kundi hetta blivið til eina siðvenju. Tað er fantastiskt, at tey stuðla ein lítlan matvøruhandil," sigur handilsleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald