Tey 12 fakfeløgini, sum fyrr í mánaðinum gjørdu eina felags avtalu um lønarkarm við Fíggjarmálaráðið, gera nú eina roynd at skapa nærri forstáilsi fyri fyri hesi avtaluni.
Tey skipa seinnapartin í dag fyri almennari framløgu av avtaluni. Tað verður í Smæruni klokkan 16.
Búskaparfrøðingar, sum hava gjørt tilmælið, greiða frá tilmælinum, og avtalan um felags lønarkarm verður gjøgnumgingin. Møguligt er at seta spurningar.
Feløgini, sum gjørdu avtaluna eru Starvsfelagið, Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Yrkisfelagið Miðnám, Farmakonoma, Kost- og Føðslufelagið, Yngri læknar Føroyar, Heilsurøktarafelagið, Føroyskir Fysioterapeutar, Føroya Tekniska Lærarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya og Pharma Danmark.
Tíðindaskriv fra Fíggjarmálaráðnum um avtaluna: Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg við í avtaluni
Hendan øðrvísi avtalan skapti stóra ónøgd millum fakfeløgini, sum stóðu uttan fyri avtaluna, sum ikki kundu góðtaka, at hesi 12 feløgini høvdu átikið sær rættin at samráðast um lønarkarmin vegna allan arbeiðsmarknaðin.
Les: 20 fakfeløg mótmæla fasta lønarkarminum
Mótmælisskrivið sæst á Lesarin.fo: Minnilutin ræður?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald