Innanlands

Kunnaðu seg um íslendsk átøk móti rúsdrekka

Eitt nú er frítíðarkort til familjuna eitt hent amboð móti rúsdrekkamisnýtslu hjá ungum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-08-23 19:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mentamálanevndin var saman við borgarstjóranum á vitjan í Reykjavík um vikuskiftið. Umframt at kommunan var heiðursgestur á Mentanarnáttini, vóru vitjanir á ymsum stovnum á skránni, ið arbeiða við viðurskiftum, sum mentamálanevndin eisini arbeiðir við. Eitt nú var nevndin og vitjaði ein langhyl, listaverkstaðir, eitt sjósavn og eina ítróttarhøll. Ætlanin við vitjanunum er at savna íblástur til líknandi verkætlanir í Havn, skrivar Tórshavnar kommuna.

Eisini vóru framløgur um mentan og trivnað á skránni, sum umboð frá Reykjavíkar kommunu stóðu fyri. Harímillum var ein framløga, ið snúði seg um at fyribyrgja rúsdrekkamisnýtslu millum ung. Átakið inniber, at myndugleikarnir hava vent fokus móti at halda ungum til ítrótt og frítíðarvirksemi í staðin fyri at lata tey ganga fyri onki, við at bjóða øllum familjum eitt sonevnt frítíðarkort. Umvegis frítíðarkortið kunnu allar familjur melda børn síni til ítróttarvirksemi av ymiskum slag fyri ein rímiligan penga. 

Hugskotið við frítíðarkortinum er, at tað ikki skulu vera útreiðslurnar, ið halda børnum og ungum frá at ganga til ítrótt. Áhugin fyri átakinum hevur verið ovurhonds stórur, í ávísum aldursbólkum táttar luttøkan í hundrað prosentum. 
 
Umframt at fyribyrgja rúsdrekkamisnýtslu, hevur átakið til endamáls at skapa trivnað sum heild fyri ung, og ein serligur trupulleiki í okkara tíð er einsemi, ikki minst millum børn og ung. Við at stimbra børnum og ungum í at ganga til ítrótt, vónar kommunan at børn og ung kenna seg væl millum sínar javnlíkar og ikki kenna seg einsamøll.

Yvirhøvur ger Reykjavíkar kommuna eitt sjónligt arbeiði fyri at halda ungum burturi frá rúsdrekka og annars at koma sær í óføri. Umframt frítíðarkortið fyri ung hevur Reykjavík í nógv ár havt útigongubann fyri ung. Útigongubann inniber, at ung ikki hava loyvi til at ganga úti einsamøll um kvøldarnar. 

Tilsamans hava frítíðarkortið og útigongubannið víst seg at gera mun. Eitt nú vístu hagtølini, ið vóru løgd fram á fundinum, at ung í Reykjavík byrja alsamt seinni at nýta rúsdrekka.
 
Haraldur Sigurðsson og Helgi Eiríksson, verkætlanarleiðarar innan ungdómsarbeiði hjá Reykjavíkar kommunu, greiddu frá, at onki av hesum er komið av sær sjálvum. Teir løgdu dent á, at átakið er eitt felags átak millum foreldur og starvsfólk hjá Reykjavíkar kommunu, og at tað serliga krevur nógvan stuðul frá foreldrunum at fáa eina skipan sum útigongubannið at rigga. 
 
Mentamálanevndin var á einum máli um, at íslendska modellið var ein góð fyrimynd at fáa við heim aftur, hóast einki ítøkiligt uppskot liggur á borðinum um evnið. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder