Innanlands

KVF enn ikki viðgjørt um teimum tørvar starvið sum Liljan fekk bjóðað

Leiðslan í Kringvarpinum hevur enn ikki viðgjørt, um starvið, sum Liljan Weihe fekk bjóðað, skal lýsast leyst

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-10-03 06:44 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Liljan Weihe, hevur seinastu tíggju mánaðirnar fingið fýra uppsagnarskriv. Fyrstu ferð hon varð uppsøgd, kærdi hon og fekk viðhald, tí mett varð, at uppsøgn var eitt ov víðgongt stig ímun til grundirnar, sum vórðu givnar fyri uppsøgn. 

Næsta uppsagnarskrivið varð tikið aftur, áðrenn hoyringsfreistin var av. Men triðju ferð var talan ikki upprunaliga um eina uppsøgn, men um flyting innan stovnin. Liljan Weihe varð tá flutt í annað starv, men kærdi, tí hon helt starvið var ov ymiskt frá upprunarliga starvinum. Mentamálaráðið heimsendi tá málið til Kringvarpið, tí mett var at framferðarhátturin frá stovnsins síðu var skeivur. Um so var, at stovnurin ynskti at flyta Liljuna í nýtt starv, skuldi hon fáa tilboð um nýtt starv, samstundis sum hon fekk uppsagnarskrivið. 

Og tað seinasta og fjórða uppsagnarskrivið varð handa Liljuni, tí hon takkaði nei til tilboð um nýtt starv. Liljan Weihe og advokatur hennara, Sigmund Poulsen, hava eisini kært hesa avgerð. 

Starvið, sum Liljan fekk bjóðað, var eitt "ráðgevandi" starv á stovninum. Í starvinum skuldi hon hava ein ráðgevandi og gravandi leiklut hjá kringvarpstjóranum og tíðindadeildini. Fyrstu ferð Liljan Weihe skuldi flytast í hetta starvið, grundgav Johnny í Grótinum við, at tað leingi hevði verið tosað um eitt tílíkt starv í Kringvarpinum. 

- Arbeitt hevur verið eini ætlan um at styrkja tíðindaflutning, skrivaði Johnny í Grótinum millum annað í ætlanarskrivinum um flyting innan setanarøkið sum Liljan Weihe fekk í mai mánaði í ár. 

Tá Kringvarpið tvær ferðir hevur bjóðað Liljuni Weihe nevnda starv, setti Portalurin í samband við umsókn um alment innlit leiðsluni á stovninum spurningin, um ætlanin er at lýsa starvið leyst, tá Liljan Weihe nú hevur takkað nei til starvið.

Leiðslan í Kringvarpinum váttar, at starvið, sum Liljan Weihe hevur takkað nei til er sama starv, sum Johnny í Grótinum ætlaði at flyta Liljuna í. Men leiðslan í Kringvarpinum sigur í telduposti, at hon enn ikki hevur viðgjørt, um tey ætla at lýsa starvið leyst. 

Les eisini: Málið um tíðindaleiðaran: Hetta hevur málið kostað Kringvarpinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder