2018-07-17 16:17
Ein 29 ára gomul russisk kvinna er handtikin í USA og verður ákærd fyri at verða agentur hjá russisku stjórnini.
Uppgávan hjá Maria Butina var, sambært amerikanska løgmálaráðnum, at fáa samband við amerikanksar borgarar og koma inn í politiskar bólkar.
Sambært løgmálaráðnum varð hon í einum vápnabólki, sum verður stuðlaður av National Rifle Association (NRA).
Sambært ákæranum arbeiddi kvinnan frá 2015-2017 fyri ein russiskan embætismann, sum seinni gjørdist ein ein týðandi persónur í russiska tjóðbankanum, skrivar TV2.
Kvinnan kann nú verða dømd upp í fimm ára fongsulsrevsing fyri njósning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald