Innanlands

Kvinnurnar koma nú við í lógartekstin

Miðflokkurin og partar av Fólkaflokkinum stríddust til tað síðsta móti at Ting- og Stýrisskipanin vórðu broytt. Góðtaka ikki, at kynini eru strikað, tá felagsheiti verður brúkt

Nú kunnu tær kalla seg landsstýriskvinna og løgtingsforkvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nú kunnu tær kalla seg landsstýriskvinna og løgtingsforkvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-17 14:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið samtykti í dag tær báðar lógirnar, sum geva møguleika fyri at broyta heitið á løgtings- og landsstýrislimum, so at tey ikki longur einans eru tiltalað við mansheiti.

Nú eru kvinnuligir løgtingslimir eisini løgtingskvinnur sambært lógartekstinum, eins og kvinnan, sum leiðir tingfundirnar, eisini er løgtingsforkvinna.

Eisini verða kvinnuligir landsstýrislimir kallaðir landsstýriskvinnur, eins og næsta kvinnan, ið verður vald til landsstýrisleiðara fær heitið løgkvinna.

Ein onnur broyting er, at felagsheitið fyri løgtings- og landsstýrislimir, nú verður løgtingsfólk og landsstýrisfólk.

Taka kynini burtur úr lógartekstinum

Miðflokkurin og partur av Fólkaflokkinum stríddust til tað síðsta at forða fyri, at hesar báðar lógarbroytingarnar í Tingskipan Føroya Løgtings og Stýrisskipan Føroya vórðu samtyktar.

Teirra mótmæli móti ætlaðu broytingini snúði seg ikki um, at heitið løgtingskvinna, landsstýriskvinna og løgkvinna verða førd inn í lógartekstin. Trupulleikin sambært teimum er, at tað nú verður brúkt eitt felagsheitið, tá limirnir í løgtingi og/ella landsstýrið verður brúkt.

Flokkarnir eru í móti, at tey nú verða umrødd sum løgtingsfólk og landsstýrisfólk, og at kynini harvið verða tikin burtur úr lógartekstinum. Helst av ótta fyri at hetta loyvir fleiri kynsheitum, ynsktu tey at bæði kynini verða nevnd í tekstinum, soleiðis, at sagt verður løgtingsmaður og løgtingskvinna heldur enn løgtingsfólk og landsstýrismaður og landsstyriskvinna heldur enn landsstýrisfólk.

Men meiriluti var ikki fyri hesum broytingaruppskotinum.

Skal samtykkjast aftur eftir løgtingsval

Uppskotið um at broyta Stýrisskipan Føroya varð at enda samtykt við 25 atkvøðum fyri og 6 ímóti. Ímóti atkvøddu teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum og tingmenninir hjá Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen var ikki til staðar. Fólkaflokskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, atkvøddi fyri. Sum ein av næstforkvinnunum á tingi var hon sjálv við at leggja uppskotið fyri tingið.

Við tað, at talan er um eina broyting í Stýrisskipan Føroya, fær hon ikki tingið fyrr enn hon er samtykt einaferð afturat av einum nývaldum løgtingi.

Uppskotið um at broyta tingskipanina varð samtykt við 25 atkvøðum fyri og fimm ímóti. Her atkvøddi formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen, eisini fyri.

Henda broyting fær gildi, tá løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder