Innanlands

Kvotur játtaðar til vinnuligar fiskiveiðuroyndir

1925 tons av makreli og 3700 tons av sild vórðu játtaðar til vinnuligar fiskiveiðiroyndir

(Mynd: Fiskimálaráðið)

(Mynd: Fiskimálaráðið)

2018-08-27 09:01 Author image
Oda Strøm
placeholder

1.925 tons av makreli vóru sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli 2018. Fiskimálaráðið fekk 10 umsóknir um part av hesi kvotu – og tilsamans varð søkt um 9.900 tons. Fimm umsóknir vóru játtaðar, tilsamans 1.925 tons av makreli, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuni.

Eisini vóru 3.700 tons av norðhavssild sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir. Fiskimálaráðið fekk 14 umsóknir um part av hesi kvotu, og tilsamans varð søkt um 19.850 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 6 umsóknir játtaðar tilsamans 3.700 tons av norðhavssild.

Í viðgerðini í ár er eisini tikið atlit til játtanir til verkætlanir, sum hava fingið menningarkvotur, boðar Fiskimálaráðið frá.

- Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar­virðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni, sigur Fiskimálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder