Uttanlands

Lady Gaga tekur sang av stroymingartænastum

Orsøkin eru ákærurnar móti R. Kelly, sum Lady Gaga syngur saman við í "Do What U Want"

R. Kelly og Lady Gaga

R. Kelly og Lady Gaga

2019-01-10 16:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sangurin hjá Lady Gaga “Do What U Want” frá 2013 verður skjótt ikki longur at hoyra.

Lady Gaga hevur ætlanir um at taka sangin av iTunes, Spotify, Youtube og øðrum stroymingartænastum. Einasti mátin at hoyra upprunaliga sangin, har R. Kelly syngur við, verður tí allarheslt við at keypa fløguna Artpop hjá Lady Gaga.

Orsøkin til at Lady Gaga vil grava sangin niður, eru nógvu ákærurnar frá kvinnum, sum siga, at R. Kelly kynsliga hevur gjørt seg inn á tær. Ákærurnar eru komnar fram í dokumentarsendirøðini “Surviving R. Kelly”.

- Eg stuðli hesum kvinnum 1000 prosent, trúgvi teimum, veit at tær líða og hava pínu og føli sterkt, at teirra røddir skulu hoyrast og takast í álvara, skrivar Lady Gaga á Twitter.

Síðani sendirøðin varð víst í amerikanskum sjónvarpi, hava millum annað John Legend og Chance The Rapper tikið frástøðu frá R. Kelly.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder