Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, sum í februar varð dømdur hálvtriðja ára fongsulsrevsing, er deyðasjúkur. Tað siga fleiri læknar, m.a. Anastasia Vasiljeva, læknin hjá Navalnyj.
Amnesty International hevur mett, at Navalnyj verður útsettur fyri píning í fongslinum, og seinastu tíðina er heilsan hjá Navalnyj nógv versnað. Tað hjálpti heldur ikki, at hann 31. mars fór í hungursverkfall við kravinum um at sleppa at fáa atgongd til lækna, sum hann sjálvur velur.
Navalnyj hevur, sambært Ritzau, gramt seg um pínu í rygginum og kensluloysi í hondunum og beinunum.
Blóðroyndir, sum læknin hjá Navalnyj hevur fingið fatur á umvegis sakførara hansara, vísa eisini á, at talan kann vera um niðursetta nýrafunktión, og at hann er ávegis til at fáa hjartatrupulleikar.
Í august í fjør var Navalnyj eisini tætt við at doyggja, tá hann varð eitraður við nervaeitrinum Novitjok. Navalnyj er sannførdur um, at tað var stjórnin hjá Putin, sum royndi at beina fyri honum.
Støðan hjá Navalnyj er álvarsom, siga læknarnir, sum krevja at fáa atgongd til Navalnyj umgandandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald