2018-09-10 15:15
Landið fer ikki at byggja fleiri bústaðir í løtuni. Orsøkin er at nógv ferð er á byggivinnuni, og neyðugt er, at privatir aktørar traðka til.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur við Kringvaprið, at hóast stóra bústaðartrotið í Føroyum, fer landið ikki at byggja fleiri bústaðir í løtuni.
Samgongan arbeiðir í løtuni við fíggjarlógini fyri 2019, og har verður ikki pláss fyri nýggjum byggiverkætlanum, nú nógv ferð er á byggivinnuni.
Landsstýriskvinnan sigur somuleiðis, at landið megnar ikki einsamalt at nøkta stóra bústaðartørvin, og tí er neyðugt, at privatir aktørar traðka til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald