Innanlands

Landsbankin: Útreiðslan er ikki 22 milliónir men 0

Hevur sent út rættleiðing eftir viðgerðina á Løgtingi í dag

2018-11-15 19:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Útreiðslurnar fyri norska lánið vóru ikki 22 milliónir í fjør, men 0. Orsøkin til, at 22 milliónir krónur stóðu bókførdar var roknskaparteknisk.

Landsbankin svarar nú aftur ábreiðslunum, sum komu fram í Løgtinginum í dag serliga frá Fólkaflokkinum.

Les eisini: Ófatiliga at taka lán í norskum krónum 

Men eisini løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við hesa stóru útreiðsluna, og kallar hana í síni frágreiðing fyri ”ørkymlandi høga”.

Men nú greiðir Landsbankin frá, at orsøkin til at 22 milliónir krónur standa sum útreiðsla er, at tað hevði kostað 22 milliónir krónur um lánið varð goldið aftur við ársenda 2017. Men tað verður tað ikki. Lánið skal ikki gjaldast aftur fyrr enn í 2032, og tá er kurstapið á 22 milliónir krónur minkað niður í 0.

Frágreiðingin – rættleiðingin – frá Landsbankanum ljóðar soleiðis í sínum fulla líki:

Rentan er 1,81% og lánið er kurstryggjað
Í juni 2017 skuldi landskassin endurfíggja 1 mia. kr. Hetta varð gjørt við at taka eitt 15 ára standandi lánsbrævalán á norska marknaðinum til 1,81 prosent í fastari rentu og eitt seks ára standandi lánsbrævalán á danska marknaðinum til 0,625 prosent í fastari rentu. Býtið var NOK 550 mió. (= DKK 448 mió) á norska marknaðinum og DKK 550 mió. á danska marknaðinum.

Norska lánið varð beinanvegin (á fakmáli) “swappað” til danskar krónur, so landskassin hevur ongan kursváða á hesum láni. Vit rinda renturnar í donskum krónum og somuleiðis rinda við høvuðsstólin aftur í donskum krónum, tá hann fellur í 2032.

Rentan á láninum er 1,81%, tvs 448 mió * 1,81 = 8 mió. kr. um árið.

Restin er roknskaparteknisk. Landskassin hevur tikið eitt 15-ára lán. Um landskassin skal rinda lánið aftur í úrtíð so er tað ikki til kurs 100, men til tann prís, sum er á marknaðinum tann dagin. Og roknskaparliga skal landskassin bóka lánið til marknaðarvirðið. Valdi landskassin at rinda lánið aftur við ársenda 2017, so hevði tað kostað landskassanum 22 mió. kr.

Lánið verður tó ikki goldið aftur fyrr enn mai 2032, og tá er kursurin 100. Kurstapið á hasar 22 mió. kr. minkar niður í 0.

Við øðrum orðum verður kurstapið burtur, tá lánið verður afturgoldið, hetta er bara ein ávegis uppgerð í lánitíðarskeiðnum.

Samanumtikið verður rentan á láninum 1,81% um árið fyri alt lánitíðarskeiðið.

Landsbankin vísur á, at tað er ikki rætt, tá landsgrannskoðarin sigur, at útreiðslurnar av norska láninum í 2017 er næstan 10% av lánsútgjaldinum (447 mió kr.).

Sí annars frágreiðing um landskassans lántøku 2017 her, har tú fært svar uppá, hví tað eisini er gott at taka lang lán.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder