Uttanlands

Landsrætturin staðfest dómin í málinum um Birnu Brjánsdóttir

Dømdi grønlendingurin skal sostatt sita dómin, sum er 19 ára fongsul fyri drápið á íslendsku Birnu Brjánsdóttir

(Mynd: Morgunblaðið)

(Mynd: Morgunblaðið)

2018-11-23 16:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsrætturin í Íslandi staðfesti í dag dómin, sum grønlendski Thomas Møller Olsen fekk fyri drápið av Birnu Brjánsdóttir, tann 14. januar í fjør.

Tað skrivar Sermitsiaq.ag í dag.

Hann skal sostatt sita dómin, sum er 19 ára fongsul. Tann dømdi var ikki til staðar í rættarsalinum, tá endaligi dómurin varð sagdur.

Tað var í januar 2017, at 20 ára gamla Brina Brjánsdóttir hvarv. Stór leiting varð sett í verk, og nakrar dagar seinni varð líkið funnið á einari strond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder