![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skjóta upp, at løgtingið játtar 17 mió. kr. í eykajáttan til raksturin av Landssjúkrahúsinum. Endamálið er at tryggja, at verandi virksemi kann halda fram og at ikki skal vera neyðugt at útseta viðgerðir til komandi ár.
Landsstýrismaðurin hevur sagt, at Landssjúkrahúsið vantar 21 mió. kr. til at halda verandi rakstri. Fíggjarnevndin hevur játtað 7 mió. kr. til eina bráðkoman rokning, men enn resta 14 mió kr. í.
Landsstýrismaðurin hevur í svari til munnlium fyrispurningi nýliga sagt, at tørvurin ikki er 14 mió. kr., men 17 mió. kr.
Tí mæla Sambandsflokkurin og Miðflokkurin til, at øll sjúkraviðgerð verður tryggjað við at 17 mió. kr. verða játtaðar Landssjúkrahúsinum í eykajáttan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald