2018-08-30 08:26
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Løgmaður og landsstýrisfólkini fara at hava arbeiðsdagar á Hotel Norð í dag, í morgin og fyrrapartin leygardagin, nú fíggjarlógararbeiðið er byrjað. Tað veit Kringvarpið.
Uppskotið um fíggjarlóg fyri næsta ár skal leggjast fyri tingið í seinasta lagi um ein mánað.
Ætlanin var at hava tingfund í dag, men hann er útsettur til mánadagin 10. september, tí landsstýrið hevur fund á Viðareiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald