- Tað er rætt, at játtanin til landsvegahald als ikki røkkur til at gera neyðuga viðlíkahaldið á landsvegunum og heldur ikki í tunlunum. Til dømis verður tilmælt at skróta veggir og loft i tunlum umleið 7. hvørt ár, men tað verður ikki gjørt, tí játtanin røkkur ikki.
Tað sigur Armgarð Elin Steinhólm, leiðari á deildini fyri Infrakervi hjá Landsverk. Portalurin hevur tvær ferðir seinastu vikurnar skrivað um trupulleikar við at halda tunlarnir norður um fjall. Í fyrstu førinum var talan um, at grót var dottið niður úr loftinum, meðan aðru ferð var bilur fastur í veit, sum gjørdi at proppur var í ferðsluni. Atli S. Justinussen, sum býr í Árnafirði, segði millum annað í samrøðu í dag, at støðan var so hættislig, at tað var ein spurningur um tíð, áðrenn ein vanlukka hendi.
Armgarð E. Steinhólm sigur, at Landsverk heldur eyga fyri støðuni í tunlunum, umframt at eftirlit og smáábøtur verða gjørdar.
- Annars kann eg vísa til støðumetingina av tunlunum, sum er i nýggjastu samferðsluætlanini, har eru fleiri tunlar, sum hava bráðfangis tørv á viðlíkahaldi. Millum annað eisini fleiri strekkir i tunlunum Norður um Fjall, staðfestir hon tó.
Les eisini: Onki verður gjørt, fyrr enn fólk eru deyð
Játtanin til viðlíkahald av tunlum og brúm er áleið 5,5 milliónir krónur, og tað er sambært deildarleiðaranum hjá Landsverk meira enn vanliga játtanin, sum vanliga liggur um 3-4 milliónir krónur. Men hon staðfestir, at talan er um eina alt ov lítla játtan.
- Verður støðið tikið í játtanini í ár, kunnu vit koma runt upp á umleið 30 ár, um játtanin bert verður brúkt til tunlar. Men játtanin er bæði til tunlar og brúgvar, sum eisini eru í ringum standi, greiðir Armgarð E. Steinhólm frá. Hon sigur, at støðan í fleiri tunlum er so ring, at tað meðan arbeitt verður uppá ein tunnil, verður støðan verri aðrastaðni.
Les eisini: Grót úr loftinum steðgar ferðsluni
- Uppá hesi 30 árini, eru nýggir skaðar komnir. Tískil kann roknast við, at tørvurin verður tann sami ella størri um 30 ár við verandi játtan til viðlíkahald og umvælingar, staðfestir Armgarð E. Steinhólm at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald