Innanlands

Landsverk: Nýggi sjúkrahúsbygningurin skal takast í nýtslu í 2021

Nýggi H-bygningurin fer at hýsa psykiatriskum og medisinskum seingjareindum og føði- og barnsburðardeild

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-04 10:36 Author image
Oda Strøm
placeholder

Nýggi sjúkrahúsbygningurin til Landssjúkrahúsið skal takast í nýtslu í 2021. Talan er um ein bygning við rættiliga serstakari innrætting, tá ræður um framkomar loysnir, ið eru valdar til bygningin. Endamálið við útbyggingini av sjúkrahúsinum er at dagføra hølisviðurskiftini hjá sjúklingum, starvsfólkum og teimum avvarðandi, sigur Landsverk í ársfrágreiðingini. 

Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum fer í høvuðsheitum at hýsa psykiatriskum og medisinskum seingjareindum, eins og eini føði- og barnsburðardeild, har øll seingjarpláss verða í einastovum við baði og vesi.

(Mynd: Sverri Egholm)

Sambært ársfrágreiðingini hjá Landsverki, sum kom út fyrr í ár, vísa kanningar, at einastovur hava nógvar ágóðar, og at sjúklingar tá koma seg skjótari.

Eisini hevur serligur dentur verið lagdur á at fáa ein orkusparandi bygning, har spillorkan verður endurnýtt, og hitin í sjónum nýttur umvegis hitapumpu.

Síðst í februar bjóðaði Landsverk limunum í fíggjarnevndini í Løgtinginum, landsstýriskvinnuni í heilsumálum og bygginevndini fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, at síggja stóra byggiplássið.

Byrjað varð við eini rundsýning á byggiplássinum, har Eyðun Petersen, byggileiðari fyri Landsverk, greiddi frá gongdini við byggingini, sum longu tá var umleið seks vikur framman fyri tíðarætlanina. Síðani varð farið niðan í umsitingarbygningin hjá Landssjúkrahúsinum, har Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, greiddi frá, hvussu arbeitt verður innan sjúkrahúsverkið, og hvussu tey ætla at skipa verkið frameftir.

Soleiðis fer bygningurin síggja út (Mynd: Landsverk)

Nýggi H-bygningurin er partur av eini langtíðarætlan fyri um- og útbygging av Landssjúkrahúsinum. Umframt føðideild, psykiatriskum og medisinskum seingjareindurm, føði- og barnsburðardeild, fevnir hetta byggistigið á Landssjúkrahúsinum um sjúkrahúsuppvenjing og køk. Í kjallaranum verður millum annað parkeringsøki, tøknirúm til hitapumpur, seingjavaskisentralur, høvuðsgoymsla og rúm til burturkast.

Samlaða gólvvíddin í H-bygninginum, sum í tilgjørdu myndini omanfyri er tann brúni bygningurin, verður 16.500 fermetrar.

Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2017-18 kann takast niður her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder