Tað er rættiliga langt í millum at ein grind leggur beinini í januarmánað, og sjáldan at tað fellur á nýggjársdag. Tað gjørdi hon í dag, 1. januar 2019, tá 70 hvalir vórðu dripnir í Trongisvágsfirði.
Sambært hagtølunum hjá heimasíðuni Heimabeiti, skulu vit tíggju ár aftur, tá ein grind seinast var dripin í januar mánað. Tað var 5. januar 2009, tá 99 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi.
Seinast grind var hildin til nýggjársdag var undir krígnum í 1943, tá 121 hvalir vóru dripnir í Havn.
Á hagtølunum sæst, at tað oftari kom fyri fyrr, at grindir vóru hildnar til í januar. Árini 1985 til 1991 var grind í januarmánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald