Uttanlands

Lasso vann forsetavalið í Ekvador

fekk 52,5 prosent av atkvøðunum í øðrum valumfari í gjár

Nývaldi forseti í Ekvador (Mynd: EPA)

Nývaldi forseti í Ekvador (Mynd: EPA)

2021-04-12 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Konservativi vinnulívsmaðurin, Guillermo Lasso, vann forsetavalið í suðuramerikanska landinum Ekvador í gjár.

Hann vann annað valumfarið við at fáa 52,5 prosent av atkvøðunum, meðan vinstrahalli Andrés Arauz fekk 47,5 prosent, skrivar Ritzau.

36 ára gamli Andrés Arauz hevur góðtikið, at valið er tapt, nú allar atkvøðurnar eru upptaldar. Í eini røðu til viðhaldsfólk síni ynskti hann Lasso til lukku.

Samstundir hevur 65 ára gamli Guillermo Lasso kosið seg sjálvan sum vinnara.

Tað er svár kreppa í Ecuador orsaka av koronafarsóttini og fallinum í oljuprísunum.

Undir valstríðnum hevur Lasso sagt, at hann fer at standa fyri eini libaralari fíggjarkós, og at mál hansara er at skapa arbeiðspláss, eitt nú við at lokka útlendskar íleggjarar til at gera íløgur í landinum, skrivar Ritzau. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder