
– Eg gevist ikki.
Soleiðis sigur franski høgrapolitikkarin, Marine Le Pen, sum fyri einari viku síðani varð funnin sek í misnýtslu av ES-fígging og nú hevur fingið forboð móti at røkja almenn embæti í fimm ár.
Hetta er ein politisk avgerð og ein heksajagstran móti flokki hennara, Rassemblement National, sigur hon.
Les eisini: Dómstólur: Marine Le Pen sleppur ikki at stilla upp komandi fimm árini
Tað at Marine Le Pen ikki kann stilla upp til almenn embæti komandi fimm árini merkir, at hon ikki kann stilla upp á næsta forsetavalinum í 2027, uttan so at hon fær viðhald í kærumálinum og fær dómin ógildaðan áðrenn valið.
Hon hevur tríggjar ferðir áður stillað upp til franska forsetavalið, og hon hevur áður boðað frá, at næsta valið skuldi vera hennara síðsta.
Mett varð, at hon hevði betri møguleikar á komandi valinum enn nakrantíð, m.a. tí at flokkur hennara, Rassemblement National gjørdist størsti flokkur í franska tjóðartinginum á seinasta vali í 2024, og tí at sitandi forsetin, Emmanuel Macron ikki kann stilla uppaftur.
Le Pen sigur, at hon ætlar at stríðast á friðarligan og demokratiskan hátt.
– Okkara stríð verður eitt friðarligt stríð, eitt demokratiskt stríð. Vit vilja fylgja Martin Luther King (afroamerikanskur borgararættindastríðsmaður, red.), sum vardi borgararættindi, sum eitt dømi, sigur Le Pen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald