Enn hevur tað ikki eydnast at funnið 64 ára gomlu Brittu Nielsen, sum er undir illagruna fyri at hava stolið 111 milliónir krónur frá danska Barna- og sosialmálaráðnum seinastu 16 árini, frá 2002 til 2018.
Danskir miðlar skrivar, at hetta skal vera farið fram. við 274 útgjaldingum frá sonevndu satspuljuni.
64 ára gamla kvinnan var 25. september burturvíst frá starvinum í Barna- og sosialmálaráðnum eftir illagruna um svik. Dagin eftir varð hon meldað til løgregluna, men longu tá hevði kvinnan ikki verið til arbeiðis í tríggjar vikur.
Bakmansløgreglan arbeiðir í løtuni av øllum alvi at finna kvinnuna, sum er eftirlýst um allan heimin umvegis Interpol.
Síðani málið kom fram, hava danskir miðlar skrivar um at kvinnan eigur hús í Hvidovre, eini summarhús í Svøríki, keypti dýrar hestar og fíggjaði fleiri ognir og eina dýrapark í Suðurafrika.
Umframt, at Anna Britta Troelsgaard Nielsen er ákærd í málinum eru tvær kvinnur og ein maður ákærd fyri grovt folabrotsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald