Leitingin eftir lítla flogfarinum við argentinska fótbóltsleikaranum, Emiliano Sala, umborð, sum hvarv í Ermasundi mánadagin, er nú støðgað.
Tað skrivar Guernsey Press.
Hetta hóast systir fótbóltsleikarans, Romina, á einum tíðindafundi í Cardiff bønaði og bað myndugleikarnar um at halda fram at leitað.
- Eg veit í hjarta mínum, at Emiliano framvegis er á lívið, segði hon.
Avgerðin um at støðga við leitingini varð tikin av havnameistaranum David Barker í gjár eftir at leitingin í gjár heldur ikki gav nakað úrslit, skrivar miðilin.
- Tað var ein trupul avgerð, kanst tú ímynda tær, ikki minst tí at tað er eitt stórt tal av fólki, bæði her, í Bretlandi og í Fraklandi, sum hevur verið við í leitingini hesar seinastu dagarnar og vóna at okkurt jaligt skuldi koma burtur úr stríðnum, sigur David Barker við Guernsey Press.
- Men eisini tí at eg veit, at henda avgerð ikki verður væl móttikin hjá teimum, sum stóðu teimum báðum monnunum umborð á flogfarinum nærmast, legði hann afturat.
Seinasta knattstøða, sum er kend hjá flogfarinum er nærhendis Hurd Deep – ein kluft á havsins botni, har tað er sera trupult at finna nakað vrak aftur, verður sagt.
- Framvegis er púra óvist hvat kann hava verið hent við flogfarinum, og tí heita vit framvegis á skip og flogfør um at hava eitt vakið eyga, tá tey ferðast í økinum og boða frá, um tey síggja naka tekin um horvna flogfarið, segði David Barker.
Við flogfarinum var 28 ára gamli argentinski fótbóltsleikarin Emiliano Sala, sum júst hevði skrivað undir sáttmála við walisiska Premier League-felagið Cardiff, og 60 ára gamli bretski flogskiparin Dave Ibbotson.
Les eisini: Einki at síggja til flogfarið ið hvarv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald