2021-05-16 14:11
Í kinesiska býnum Hangzhou er stórt leitingararbeiði sett í verk fyri at finna ein leopard.
Leopardurin hevur verið leysur í býnum síðan 19. apríl, tá hann rýmdi úr einum djóragarði saman við tveimum øðrum. Sambært Ritzau eru hinir báðir komnir afturíaftur, men tann triði er ikki til at finna.
Leitað verður m.a. við dronum og sporhundum, og eisini eru uml. 100 livandi høsnarungar settir út sum agn.
Tey í djóragarðinum stúrdu fyri, at hendingin fór at ávirka talið á vitjandi, og boðaðu tey tí ikki frá hendingini, men fyrst í hesum mánaðinum vórðu leopardarnir sæddir, og bleiv hetta fráboðað myndugleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald