Innanlands

Lesandi uttanlands kunnu atkvøða um tey eru á vallista

Leygardagin er seinasta freist at søkja um upptøku á vallistan

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-07 15:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingar, sum eru staddir fyribils uttanlands, eitt nú í lestrarørindum, hava møguleika at gera sína ávirkan galdandi til løgtingsvalið 31. august.

Men so mugu tey tryggja sær, at tey eru upptikin á vallista, og seinasta freist at gera hetta er nú leygardagin 10. august.

Heilsu- og Innlendismálaráðið heitir í dag á føroyingar, sum lesa uttanlands, og ætla at útinna sín valrætt, um skjótast gjørligt at søkja upptøku á vallista.

Hetta er eisini tíðin, tá nógv ungfólk flyta av landinum í lestrarørindum. Boðini frá innlendismálaráðnum til hesi ljóða soleiðis: ”Um hesi vilja útinna sín valrætt, skulu tey antin ikki flyta fyrr enn eftir sjálvan valdagin tann 31. august ella flyta áðrenn leygardagin 10. august 2019 og samstundis søkja um at koma á vallista í tí kommunu viðkomandi flytur frá.

Um flutt verður av landinum í tíðarskeiðinum millum 10.- og 31. august 2019 , hevur viðkomandi ikki valrætt.”

Upp á fyrispurning váttar Taks, at hesi ikki hava møguleika at brævatkvøða. Um tey flyta av landinum áðrenn valið, verður ein møgulig brævatkvøða ikki tald við.

Meira um valrættin hjá lesandi uttanlands her 

Meira um møguleikan at greiða brævatkvøðu her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder