
Í dag er latið upp fyri atkvøðum til ársins Melodi Grand Prix, og næstu dagarnar - til stóru konsertina í Herning leygardagin - ber til at atkvøða eina ferð um dagin.
Millum luttakararnir er føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen undir navninum "Sissal".
Hon fer leygardagin at framføra lagið Hallucination. Lagið hevur fingið góðar afturmeldingar, og Sissal er millum favorittarnar, at vinna ársins Melodi Grand Prix og harvið umboða Danmark í stóru Eurovison sangkappingini, sum í ár verður í Sveis.
Hoyr eisini: - Hetta kann vera ein vinnarasangur
Men uttan atkvøður ber ikki til at vinna.
Soleiðis atkvøður tú
Til ber at atkvøða í appini DR Grand Prix einaferð um dagin til og við fríggjadagin. Til stóra showið leygardagin ber eisini til at atkvøða við sms til 1212. Við sms krevst, at tú hevur pengar á tínum nummari. Hetta kann gerast umvegis sjálvavgreiðslurnar hjá Føroya Tele og Nema.
1. Mariya - 'I Belong to Me' - Send IBE til 1212
2. Tim Schou - 'Proud' - Send PRO til 1212
3. Max Ulver - 'Supernova' - Send SUP til 1212
4. Hervé Toure - 'Allez Allez' - Send ALL til 1212
5. Maria Mathea - 'Air' - Send AIR til 1212
6. Adel the Second - 'The Unluckiest Boy Alive' - Send THE til 1212
7. Sissal - 'Hallucination' - Send HAL til 1212
8. Andreas Kruse - 'Hear My Prayer' - Send HEA til 1212
--
Danskt Melodi Grand Prix 2025 verður leygarkvøldið 1. mars. Portalurin verður á staðnum í Herning, og vit fylgja gongdini hjá Sissal og øllum rundanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald