Mentan

Sissal roynir at lata vera at hugsa um favorittleiklutin

- Tað er ein veruligur møguleiki fyri at eg kann vinna, og eg veit, at eg hevði verið eitt gott umboð til Eurovision. Men alt kann henda í Herning, og eg skal vinna nógv hjørtu, sigur Sissal við Portalin

(Mynd: Kirsten Ellebæk / DR)

(Mynd: Kirsten Ellebæk / DR)

2025-02-25 16:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hallucination hjá Sissal Jóhannu Norðberg Nielsen er í løtuni stórfavorittur at vinna Dansk Melodi Grand Prix 2025, sum verður í Herning leygarkvøldið 1. mars. Tá vit tosaðu við havnarkvinnuna hósdagin, bóðu vit hana millum annað fyrihalda seg til tað. 

- Eg royni at lata verða við at hugsa um favorittleiklutin, men tað er sjálvandi trupult. Serliga tá man hevur eina klára kenslu av áðrenn av, at "hetta kann verða ein vinnarasangur", og at so á ein hátt fáa eina staðfesting av tí. Men her eru nógvir sangir við, sum eru ekstremt góðir.

Veddingarfyritøkurnar eru eitt, men eitt annað er, hvat hendir á kvøldinum í Herning. Nógv hjørtu skulu vinnast, staðfestir Sissal.

- Júst tá eg hoyrdi um, hvat veddingarfyritøkurnar spáddu, so hugsaði eg eitt sindur: " Oh my God. Eg havi vunnið". Men tað nyttar ikki at hugsa soleiðis, tí at alt kann henda á degnum. Man skal raka rætt á pallinum við "showinum", og man skal vinna hjørtini á so nógvum øðrum enn veddingarfyritøkunum. 

Hóast hon kennir naka av trýsti, so ivast føroyska songkvinnan, sum er læraralesandi í Keypmannahavn, ikki í, at hon hevði verið eitt gott umboð til Eurovison. 

- Tað er ein veruligur møguleiki fyri at eg kann vinna, og eg veit, at eg hevði verið eitt gott umboð fyri Danmark í Eurovision og komið í finaluna har eisini. Men tað kann sjálvandi væl kiksa leygardagin, og tað hevði veruliga kenst sum eitt niðurlag - serliga nú tá eg standi sum favorittur.

Føroyski Rani Petersen (Reiley) vann Melodi Grand Prix í 2023. Til Eurovision varð hann ov stuttur til at røkka finaluni.

Hoyr alla samrøðuna við Sissal HER


Til ber at atkvøða í appini DR Grand Prix einaferð um dagin til og við fríggjadagin. Til stóra showið leygardagin ber eisini til at atkvøða við sms til 1212 

Les meira her: Nú ber til at atkvøða

--

Danskt Melodi Grand Prix 2025 verður leygarkvøldið 1. mars. Portalurin verður á staðnum í Herning, og vit fylgja gongdini hjá Sissal og øllum rundanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder