Mentan

Leyp nú, Eva!: Nýggj bók eftir Rakel Helmsdal

Mikukvøldið verður bókaframløga á Reinsarínum

2024-05-06 21:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 8. mai klokkan 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri bókaframløgu á Reinsarínum.

Bókin, ið verður løgd fram, er “Leyp nú, Eva!”, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað.

Bókin er sjálvstøðugt framhald av Hugo-bókunum. Ein søga um loyndarmál og gátur, syrgiligar lagnur og lívsjáttandi dirvi, skrivar Bókadeildin í tíðindaskrivi.

Helena Lamhauge-Mortensen fer at práta við Rakel um bókina, og vit hoyra frá tveimum lesarum, sum elska Hugo-bøkurnar og hava glett seg til hesa bókina. Ein tónleikaframførsla er eisini á skránni. Til ber at keypa sær okkurt kalt ella heitt at drekka, og høvið verður at hitta rithøvundin og fáa bókina signeraða.

Tiltakið er alment og ókeypis, skrivar Bókadeildin.

Um bókina
Hvør torir at renna oftast yvir um sporið, áðrenn tokið kemur?

Tað er spælið, sum Eva og vinfólkini spæla tann dagin, tá tað næstan endar galið. Ein loyndarfullur bjargingarmaður bjargar Evu frá tí vissa deyða. Men hvør er hann, og hví er hann so ólukkuligur? Og hví uppførir vinkonan, Merian, seg knappliga so løgið? Hví vil hon ikki fortelja Evu, hvar hon býr?

Eva og vinfólk hennara sleppa at spæla við í einum ordiligum sjónleiki, og tað er sum ein dreymur – men skjótt hópa loyndarmálini í Seraphia Teatri seg upp.
Málbólkurin er børn 10-12 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder