Ein mannligur limur í russsika atgerðarbólkinum Pussy Riot, varð innlagdur í Moskva, eftir at hava víst tekin um eitring.
Sambært tíðindastovuni AP er støðan álvarsom.
Sambært øðrum limum í Pussy Riot, er Pyotr Verzilov innlagdur á einari deild, har starvsfólkini hava serkunnleika innan eitring.
Verzilov var í rættinum týsdagin. Seinnapartin fekk hann sær ein lítlan blund, og tá hann vaknaði, segði hann, at hann hevði ringt við at síggja. Millum klokkan átta og tíggju um kvøldið, versnaði støða hansara. Fyrst fór sjónin, so taliførleikin, og til endans fekk hann heldur ikki gingið, sigur Veronika Nikulshina, limur í Pussy Riot.
Sambært Veronika Nikulshina byrjaði Pyotr Verzilov at fáa krampar og at tosa í ørviti í sjúkrabilinum. Tá tey komu til sjúkrahúsið, kendi hann hana ikki aftur, og á miðari nátt varð hann uttan frágreiðing fluttur á eitringardeildina.
Sum skilst, er mamma Pyotr Verzilov ikki sloppin at síggja son sín á sjúkrahúsinum, og eingin veit, hvussu støðan hjá honum er í løtuni, skrivar DR.
Pyotr Verzilov, ið er kanadiskur ríkisborgari, var talsfólk fyri Pussy Riot undir rættarmálinum móti bólkinum í 2012. Saman við trimum kvinnuligum limum í Pussy Riot, sat hann fongslaður í 15 dagar, eftir at hava runnið inn á vøllin í løgreglubúna, tá HM finalan í fótbólti varð spæld í Moskva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald