Mentan

Listaflog aftur á flog

Eftir koronastøðg í tvey ár er aftur møguleiki hjá lisgafólki at søkja

2022-02-10 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á fjórða sinni fer stuðulsskipanin hjá Atlantic Airways, Listaflog, at lata peningaligan stuðul til eitt ella fleiri listafólk/listaverkætlanir.

Orsakað av koronu varð ongin Listaflogstuðul latin í 2020 og 2021, men nú er klárt at søkja av nýggjum.

Eins og undanfarin ár er talan um 100.000 krónur, ið skulu latast.

Stuðulin verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

Hugskotið til Listaflog spretti, tá ið Atlantic Airways í 2016 gav flotanum nøvn eftir mætum, føroyskum listafólkum.

Ein trímannanevnd ger av, hvør fær stuðulin. Í nevndini sita umboð fyri Listafólkasamband Føroya (LISA), Uttanríkis- og mentamálaráðið og umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.

Listaflog er áður latið Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen (2017), Heiðriki á Heygum (2018) og Sunleif Rasmussen, Greta Svabo Bech og Det Ferösche Compagnie (2019).

Evsta mark at søkja um stuðul er á midnátt sunnukvøldið 13. mars.

Um Listaflog 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder