2018-08-24 13:36
Klokkan 11:27 fekk MRCC boð frá JRCC í Íslandi, at ein single engine flúgvari hevði trupulleikar við motorinum og hevði sent neyðarkall.
Tá var flúgvarin staddur beint vestanfyri markið. Tveir persónar vóru umborð.
Brimil og tyrlan fingu beinanvegin boð um at fara avstað. Flúgvarin kláraði tó at halda hæddina allan vegin og lendi á flogvøllinum í Vágum í øllum góðum kl 1219.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald