Innanlands

Lítil eldur í Kollafjord Pelagic

Sera friðarligur Summarfestivalur í Klaksvík

2019-08-12 07:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin leygardagin varð boðað frá einum lítlum eldsbruna á uppsjóvarvirkinum Kollafjord Pelagic.

Talan var um eina loftslampu, sum var oyðiløgd og ein partur smeltaður. Smeltað tilfar hevði dryppað niður á eina hurð av plasti, og hevði fest í har eisini.

Eldurin varð skjótt sløktur og ongin stórvegis skaði hendi. Ongin framleiðsla var á virkinum um hetta mundið.

Maskinmenn hjá virkinum fara í dag saman við serfrøðingum hjá politinum at kanna, um okkurt brek møguliga er við hesum lampunum, sum verða brúktar á virkinum, upplýsir løgreglan.

Boðað verður annars frá einum sera friðarligum vikuskifti, serliga tá hugsað verður um, at sera nógv fólk vóru savnað í Klaksvík í sambandi við Summarfestivalin.

Fráboðanirnar til løgregluna snúðu seg mest um bilar sum vórðu settir soleiðis frá sær, at teir stóðu til ampa fyri ferðsluna. Onkrir smávegis herverkstilburðir vórðu eisini fráboðaðir. Talan var um onkran brotnan bilrút og um at unglingar høvdu gjørt seg inn á eina politiska plakat.

Eisini høvdu fólk boðað løgregluni frá, at ungfólk sótu royktu hassj í einum bili. Men tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at roykurin stavaði frá onkrum slagi av elektroniskari sigarett, ið kann minna um eina ’bong’ til at roykja hassj við, men ikki er ólóglig. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder