2019-07-27 19:58
Seinnapartin í dag vórðu boð send eftir bjargingarbátinum Lív.
Vakthavandi á MRCC-støðini greiðir frá, at talan var um ein bát, sum var uppsteðgaður út fyri Glyvursnes, og at talan ikki var um nakað álvarsamt.
Boð vórðu send eftir Lív klokkan 17.19, og gott ein tíma seinni, klokkan 18.15, boðaði Lív frá, at báturin varð sleipaður inn á Argir í øllum góðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald