Mentan

Lívsins Rósa – nýtt frá Terja Vestergaard

Hevur sungið enn ein sang eftir verfaðirin, Hans á Bakka, sála

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-05-03 08:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Terje B. Vestergaard, sangari, hevur júst útgivið eitt nýtt staklag, Lívsins Rósa, sum til ber at hoyra á vanligu talgildu miðlunum, YouTube og Spotify.

Talan er um ein tekst, sum verfaðir Terja, Hans Jacobsen – Hans á Bakka – sáli, hevur skrivað. Lagið hevur Terje sjálvur sett til.

- Hans skrivaði hendan tekstin sum eina kærleiksyrking til konu sína, og er talan um ein sera vakran og væl skrivaðan tekst, við góðum metaforiskum lýsingum, skrivar Terje B. Vestergaard. 

Jákup Zachariassen hevur lagt lagið til rættis, og hevur sjálvur spælt flestøll ljóðførini. Tó handfer Jósva Debes trummurnar og Eyðun Johannesen bassin.

Kórrøddirnar eiga Sonja I. Jacobsen og Jón Svein Heinesen.

Upptøkurnar eru gjørdar í JakZac-Studio og Kris-Stuff Studio. Óli Poulsen hevur misað og mastrað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder