Útlendski áhugin fyri Føroyum er voksin sera nógv seinastu árini, og tað sæst aftur hjá Local.fo. Hetta skrivar miðilin, ið hevur tíðindi bæði á heimasíðu og í blaðformi.
Triðja og seinastu útgáva av Local.fo blaðnum fyri í summar er nú komin:
- Seinasta summar høvdu vit eina útgávu til alt summarið, men hetta summarið hevur borið til at prenta tríggjar ymiskar útgávur við ymiskum tilfari - í apríl, juni og í august. Hetta er sjálvandi hugaligt sigur Torleif Joensen, stjóri í Local.fo.
Blaðið verður ikki útgivið alt árið, men tað er á heimasíðuni Local.fo, at tíðindi eru dagliga alt árið. Har eru vitjanartølini longu komin uppá sama støði sum alt 2018:
- Vit byrjaðu virksemið seinasta ár, og tá vóru 220.000 vitjandi alt árið. Nú er talið longu farið uppum tey 220.000, og tað eru 5 mánaðir eftir av árinum, upplýsir Torleif Joensen.
Local.fo verður komandi dagarnar borið út til flestu støðini kring landið, har ferðafólk halda til.
Seinasta útgávan av Local.fo blaðnum kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald