Uttanlands

Lóg um fyribyrging av hatursbrotsverkum móti asiatiskum amerikanarum samtykt

Talið á hatursbrotsverkum móti amerikanarum við asiatiskum uppruna er økt nógv undir koronufarsóttini – Nýggja lógin er nú samtykt í Kongressini, og fer forsetin at undirskriva hana seinni í vikuni

Demokratiska forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi (Savnsmynd)

Demokratiska forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi (Savnsmynd)

2021-05-19 08:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin varð ein nýggj lóg, sum skal forða fyri hatursbrotsverkum móti amerikanarum við asiatiskum uppruna samtykt í amerikonsku Kongressini.

Talið á hatursbrotsverkum móti amerikanarum við asiatiskum uppruna er økt nógv undir koronufarsóttini, og fleiri asiatiskir amarikanarar eru eisini dripnir í hesum tíðarskeiðinum.

Frá mars 2020 til mars í ár vórðu 6.600 hendingar, har ein amerikanari við asiatiskum uppruna hevði verið fyri mismuni ella harðskapi.

Sonevnda "Covid-19 Hate Crimes Act" varð samtykt í Umboðsmannatinginum við 364 atkvøðum fyri, og 62 ímóti. Fyri fáum vikum síðani varð lógin einmælt samtykt í Senatinum, og tí manglar bert ein undirskrift frá forsetanum, Joe Biden, áðrenn nýggja lógin kann koma í gildi, skrivar Ritzau.

Lógin skal m.a. tryggja skjótari viðgerðartíð fyri mál um hatursbrotsverk móti amerikanarum við asiatiskum uppruna, og eisini skal lógin tryggja meira kunning um trupulleikan, og skulu statsligir og lokalir myndugleikar fáa vegleiðing í, hvussu trupulleikin skal handfarast.

Sambært Jen Psaki, talsfólki í Hvítu Húsunum, gleðir amerikanski forsetin seg til at undirskriva lógina seinni í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder