Innanlands

Løgmaður bað Kristin Michelsen gera kommunulistan

Tað segði Kristin Michelsen í sendingini Nova á R7 í gjár

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-28 12:14 Author image
Oda Strøm
placeholder

Boðini um at gera ein kommunulista á Tvøroyri til seinasta kommunuval komu frá løgmanni Aksel V. Johannesen. Tað segði Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, í sendingini NOVA, sum R7 sendi av Tvøroyri í gjár.

- Eg havi uppá skrift, at eg umboði Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag á Løgtingi. Men so fekk eg eisini uppá skrift, at eg bleiv koyrdur av listanum (Javnaðarlistanum, red.) til kommunuvalið í 2016, segði borgarstjórin við R7.

- Men eg fylgdi boðum frá fólki - tað var hálvurannar tími, áðrenn listarnir skuldu vera inni, tá komu fólk til mín og søgdu, at hetta kundi mann ikki lata fara framvið, enntá løgmaður Aksel V. Johannesen, sum skrivaði til mín og bað meg gera listan kláran, um so var, at eg ikki slapp at vera á listanum. Soleiðis endaði eg á listanum. Tað var eftir boðum frá tí ovasta, sum mann lurtar væl eftir, og teimum nærmastu, segði Kristin Michelsen við R7 í gjár. 

Orsøkin til rokið á Tvøroyri til seinasta kommunuval var, at Kristin Michelsen kravdi, at hini valevnini skulu binda seg til, at tann, sum fekk flestar atkvøður, skuldi verða borgarstjóri. Tað vildu hinu valevnini tó ikki, og tað endaði við, at Kristin Michelsen varð koyrdur av Javnaðarlistanum á Tvøroyri til kommunuvalið í 2016.

Hoyr samrøðuna við Kristin Michelsen á R7 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder