Aksel V. Johannesen hevur nú takkað fyri seg sum stjórnarleiðari.
Eftir at hava hildið eina setanarrøðu, har hann nýtti høvi til at vísa á tey úrslit, sum samgongan hevur nátt hetta seinasta valskeiðið, og við greiðum politiskum boðskapi, har endamálið heilt týðuliga var at vísa á fyrimunirnar við Javnaðarflokkinum sum stjórarberandi, endaði løgmaður røðu sína við at skriva út nýval at vera 31. august.
Harvið gjørdist hetta løgtingsvalskeiðið júst so langt, sum tað yvirhøvur kundi gerast.
Við tað at val nú er útskrivað, er landsstýrið nú vorðið ein umsitingarstjórn, har tað ikki verður væntað at politiskar avgerðir av týdningi verða tiknar fyrr enn løgtingið er mannað av nýggjum.
Og hóast valstríð í veruleikanum hevur herjað síðan løgtingið varð sent í summarfrí, so er tað ikki fyrr enn nú, at valstríð alment er skotið í gongd.
Setanarrøða løgmans kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald