2021-04-24 19:46
Flaggdagshaldið í Kvívík verður í morgin, 25. apríl í Kvívíkar skúla. Tað eru KFUM Skótarnir í Kvívík, ið skipa fyri, skrivar Kvívíkar kommuna á heimasíðuna.
Tiltakið byrjar klokkan 16, og røðari verður løgmaður, Bárður á Steig Nielsen. Vestmanna Hornorkestur kemur at spæla, og Kvívíkskórið kemur at syngja.
Aftaná verður kondibingo og tombola í Skótahúsinum í Kvívík beint við kirkjuni, og eisini verður kaffisøla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald