Mentan

Løgmaður: Minnist til at virðismeta tað góða

Hóast vit hava nógv at fegnast um, síggja vit mangan tað best, sum ikki virkar so væl, segði Aksel V. Johannesen í nýggjársrøðu sínari

Skíggjamynd (KVF)

Skíggjamynd (KVF)

2018-12-31 20:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

"Tað er mangan so, at vit hava ilt við at varnast alt tað góða, sum vit síggja og uppliva. Og tað, sum vit ikki varnast, kunnu vit heldur ikki virðismeta."

Soleiðis sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í fjórðu nýggjársrøðu sínari í kvøld.

Aksel V. Johannesen sigur, at tað er sera hugtakandi at síggjá Føroyar gjøgnum eyguni á gestum, tá teir koma til landið. Tað er hugtakandi at síggja útlendingar undrast á, hvussu vit kunnu lata húsini standa ólæst, og at trygdarfólk ikki síggjast á gøtunum.

"Tey undrast á lítla samfelagið við so sterkum og væl riknum fyritøkum, og at tað ber til hjá einari so fámentari tjóð at hava ein so stóran skapanarhug til mentan og list. Tað fær meg at síggja nógv viðurskifti í okkara landi, sum eg vanliga ikki hevði givið mær far um," sigur hann.

Aksel V. Johannsen heldur, at føroyingar áttu at hugsað meira um alt tað góða, sum teir taka fyri givið, tí góða gongdin í Føroyum er ikki ein sjálvfylgja.

"Vit hugsa kanska ikki so nógv um hesi viðurskifti í gerandisdegnum, men hetta er ein framíhjárættur sammett við nógv onnur lond," sigur hann.

"Eg eri sannførdur um, at tað, at vit brýggja okkum um hvønn annan og standa sterk í felagsskapi er partur av svarinum, tá ið útlendskir gestir undrast á, hví vit eru so frammarlaga. Tann siðbundna føroyska umsorganin livir framvegis sítt fríska lív. Men hon er eingin sjálvfylgja," sigur løgmaður.

"Vit eru eitt ríkt land. Eitt trygt land. Eitt frælst land. Eitt land, sum sambært flestu parametrum er so gott, sum eitt land kann vera.

"Hóast vit hava nógv at fegnast um, síggja vit mangan tað best, sum ikki virkar so væl. Vit mugu ikki leggja so stóran dent á, at vit av og á snáva, at vit gloyma at fegnast um, at vit sum samfelag væl kunnu ganga".

Til ber at lesa alla nýggjársrøðuna hjá løgmanni her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder